Veddingarfyritøkurnar meta, at Brandur fær 6. plássið

4 veddingarfyritøkur hava kunngjørt oddsini uppá luttakarnir í fyrstu undankappingini í svenska Grand Prix-num. Tær fýra veddingarfyritøkurnar hava sett odds uppá teir 8 sangarnir og bólkarnir, sum luttaka í fyrstu undankappingini í Scandinavium, í Göteborg. Talan er um veddingarfyritøkurnar ?Bettson?, ?Betway?,

?Ekspekt? og ?Unibet?. Bólkurin E-type & The Poodles eru saman við Amy Diamond stórfavorittar til at vinna undankappingina í Göteborg. Tey ymsu oddsini uppá E-type & The Poodles eru bara 1,12, 1,13 og 1,15. Tá um Amy Diamond ræður, eru oddsini 1,20 og 1,25. Christer Sjögren er triðji favorittur. Har eru oddsini 2,70, 4, 4,50 og 5. Fyri Brand Enni eru oddsini: Unibet= 6,50. Expekt= 7,50. Betsson= 8,00 og Betway hevur 12,00 í odds uppá Brand Enni. Carola Häggkvist er so stórur favorittur í sínari undankapping, at har eru oddsini bara 1,05.