Aftaná ein góðan 1-1 javnleik á útivølli ímóti Finnlandi, og ein góðan 3-1 sigur á Georgia skal føroyska U21 landsliðið triðja dystin á rað royna at fáa stig í EM-undankappingini.
Fríggjadagin klokkan 16.45 spælir føroyska U21 landsliðið EM-undankappingardyst ímóti einum sera sterkum pólskum liði.
13 altjóða veddingarfyritøkur trúgva lítið uppá, at føroyska U21 landsliðið aftur fær stig hesaferð.
Gjøgnumsnitsoddsið uppá pólskan sigur er 1,16, meðan gjøgnumsnitsoddsið uppá føroyskan sigur er 12,83. Gjøgnumsnitsoddsið uppá javnleik millum Føroyar og Póland er 6,84.
Oddsini hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum uppá U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Póland eru hesi:
- FØROYAR-PÓLAND
1 | X | 2 | |||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 12.75 | 7.25 | 1.16 | ||
bet-at-home | 11.01 | 6.81 | 1.16 | ||
bet365 | 11.00 | 7.00 | 1.16 | ||
Betclic | 13.00 | 6.50 | 1.15 | ||
Betsafe | 14.50 | 7.15 | 1.14 | ||
Betsson | 13.50 | 7.20 | 1.14 | ||
BetVictor | 17.00 | 7.00 | 1.17 | ||
ComeOn | 13.00 | 7.25 | 1.16 | ||
Expekt | 13.00 | 6.50 | 1.15 | ||
Interwetten | 11.00 | 6.75 | 1.16 | ||
mybet | 11.00 | 7.00 | 1.16 | ||
Tipico | 13.00 | 6.50 | 1.18 | ||
William Hill | 13.00 | 6.00 | 1.14 | ||
Gjøgnumsnitsodds: | 12.83 | 6.84 | 1.16 |