Skulu vit trúgva veddingarfyritøkunum Bet365, Sportingbet og Bwin, so vinnur Pál Joensen ikki heiðursmerki í 1.500 merta fri svimjingini til OL leikirnar í London.
Bet365 hevur Sun Yang sum stórfavoritt til odds 1.20. Pál Joensen er styrkismettur sum nummar seks saman við Andrew Gemell og Gregorio Paltrinieri til odds 26. Tað vil siga at tú fær pengarnar 26 ferðir aftur um Pál vinnur. Frammanfyri teir eru Taehwan Park odds 7, Ryan Cochrane odds 13, Gergo Kis odds 19 og Oussama Mellouli odds 21.
Sportingbet hevur eisini Sun Yang sum stórfavoritt til odds 1.22. Styrkismetingin hjá teimum er álei tann sama, men oddsini upp á ein sigur til Pál Joensen er upp á heili 41.
Bwin hevur Pál Joensen styrkismettan sum nummar fimm saman við Gergo kis Daniel Fogg til odds 21. Eisini her er Sun Yang stórfavorittur til odds 1.15.
Pál Joensen hevur fyrr havt øll odds ímóti sær, men tað legði hann líka í, so tað ger hann nokk eisini hesaferð!