Í morgin klokkan 17 spælir KÍ fyrra dystin í Europa Conference League móti RFS í Riga í Lettlandi.
Tvær altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin.
Hóast KÍ vunnið 13 og spælt tveir dystir javnar av 15 møguligum dystum, og hevur ikki latið mál inn í 763 minuttir í Betrideildini, so hella báðar veddingarfyritøkurnar móti RFS.
Bet365 gevur odds 1,61 uppá sigur til RFS. Interwetten gevur odds 1,65 uppá sigur til RFS.
Bet365 gevur odds 4,90 uppá sigur til KÍ. Oddsini hjá Interwetten gevur odds 4,83 uppá sigur til KÍ.
Bet365 gevur odds 3,70 uppá javnleik. Oddsini hjá Interwetten uppá javnleik eru 3,73.
In.fo fer í samstarvi við dystir.fo at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum millum RFS og KÍ.
FM1 sigur beinleiðis frá returdystinum við Djúpumýru í Klaksvík, ið verður spældur hóskvøldið 15. juli klokkan 19.