Veddingarfyritøkur: Føroyar hava ongan møguleika móti Svøríki

Tvær altjóða veddingarfyritøkur útihýsa, at Svøríki ikki vinnur á Føroyum í EM-undankappingardystinum í Uppsala klokkan 17.30 í dag

Savnsmynd frá dystinum tá Svøríki og Føroyar seinast møttust í 2018

Klokkan 17.30 í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin í bólki 7.

 

Dysturin verður á útivølli í Uppsala móti Svøríki. 

 

Seinast Føroyar og Svøríki vóru í EM-undankappingarbólki saman afturi í 2017 og í 2018 vann Svøríki 33-15 í høllini á Hálsi, og vunnu svenskararnir eisini stórsigur 32-13 á heimavølli.

 

Tvær altjóða veddingarfyritøkur, 1xBet og Bwin lata odds upp á dystin, men tær lata bara odds upp á føroyskan sigur og odds upp á javnleik.

 

1xBet og Bwin útihýsa, at Svøríki ikki vinnur dystin. Tí lata tær ongi odds upp á svenskan heimasigur.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru heili 58,00, og oddsini upp á javnleik eru somuleiðis heili 58,00.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##

 

Savnsmynd frá dystinum tá Svøríki og Føroyar seinast møttust í 2018