Klokkan 17 sparka 07 Vestur og ÍF kappingarárið í Betrideildini hjá monnum í gongd á Dungasandi í Sørvági.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 16.30.
15 altjóða veddingarfyritøkur geva odds upp á dystin millum 07 Vestur og ÍF, og tær 15 veddingarfyritøkurnar hella allar til ein sigur til 07 Vestur.
Oddsini upp á sigur til 07 Vestur liggja millum 1,66 og 1,75.
Oddsini upp á sigur til ÍF liggja millum 3,40 og 3,76.
Oddsini upp á javnleik á Dungasandi í dag liggja millum 3,90 og 4,37.
Her síggjast oddsini:
##med2##