Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á Team Klaksvík

Fýra altjóða veddingarfyritøkur vænta, at Team Klaksvík tapir fyrsta Europa Cup dystin í søgu felagsins

Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík fer í vikuskiftinum at spæla sínar fyrstu dystir nakrantíð í einari evropeiskari kapping.

 

Team Klaksvík fer at spæla báðar dystirnar í Europa Cup móti bosniska liðnum, Sloboda Tuzla í Bosnia Hersogovina.

 

Fyrri dysturin, ið tekniskt er heimadysturin hjá Team Klaksvík verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 18.30. Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 14.

 

Fýra altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, ið verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 18.30, og tær hava lítla tiltrúgv til, at Team Klaksvík fer at vinna dystin.

 

Oddsini upp á sigur til Team Klaksvík liggja millum 6,80 og 7,00.

 

Oddsini upp á sigur til Sloboda Tuzla liggja millum 1,14 og 1,18, so bosniska liðið hevur eina greiða favorittstøðu.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: Team Klaksvík