Veðrið

Veðrið

Veðrið í dag:

Gul til Stívt andøvsgul av útnyrðingi, men hann minkar vindin út á dagin. Sólglottar, men eisini ælingur og hitin millum 3 og 8 stig.


Veðrið fríggjadagin:

Lot til andøvsgul av vestri, turt og møguliga sólglottar. Hitin um 8 stig. Leygarnáttina frískar hann vindin av vestri og kanska regn. Hitin niður í 5 stig.


Veðrið leygardagin:

Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi og sirm av og á. Hitin millum 6 og 10 stig.


Veðrið sunnudagin og mánadagin:

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, men seinni veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri. Támut, men yvirhøvur turt og hitin millum 8 og 13 stig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst við Lofoten fer spakuliga í ein eystan, meðan eitt lágtrýst við Botnisku Víkina fer í landnyrðing norðan. Eitt hátrýst vestanfyri Írland mennist so líðandi og fer spakuliga eystureftir.


í dag:

Í vikuskiftinum fara nýggj brúgvaløg um Føroyar og lýggj og slavin luft rekur inn yvir oyggjarnar av útsynningi.