Veðrið argar fótbóltin

Eingin ivi er tó um, at tað verða líkindi at spæla seinnapartin og í kvøld

Fýra dystir í bestu fótbóltsdeildini eru á skránni seinnapartin og í kvøld. Tá ið NSÍ í gjárkvøldið við 4-2 sigri á Víkingi í Sarpugerði lyfti seg fram á fjórða plássið, órógvaði heystarveðrið spælið, hóast tað ongantíð var nakar ivi um, at tað vóru nóg góð líkindi at spæla.

Soleiðis tykist tað eisini fara at vera í dag. Tað hevur verið fitt av vindi og nógv avfall fyrrapartin, og vindmegin hevur verið umleið 15 metrar um sekundið av vestri og útnyrðingi. Seinnapartin verður tað framvegis nógvur vindur, men tað er møguleiki fyri, at tað fer at verða turrari. Ættin verður vestan og útsynningur.

 

21. umfar

KÍ-TB: Petur Reinert leygardagin klokkan 17.00

ÍF-AB: Dagfinn Forná leygardagin klokkan 17.00

EB/Streymur-07Vestur: Alex Troleis leygardagin klokkan 17.00

HB-B36: Lars Múller leygardagin klokkan 18.00

Fríggjakvøldið

Víkingur-NSÍ 2-4 (2-2)

1-0: Finnur Justinussen 14.

1-1: Árni Frederiksberg 37.

1-2: Klæmint A. Olsen 40.

2-2: Finnur Justinussen 45.

2-3: Magnus Olsen 83.

2-4: Klæmnt A. Olsen 90.+5.

 

 

Støðan

HB 44

ÍF 37

B36 30

NSÍ 30

EB/Streymur 28

Víkingur 28

AB 22

KÍ 21

TB 16

07Vestur 11

EB/Streymur og 07 Vestur hava spælt 19 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir.