Veðurvánirnar fyri í kvøld og í morgin eru so mikið vánaligar, at Strandferðslan longu hevur avgjørt at fremja broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli í dag og í morgin.
Smyril fer sum vanligt av Havnini klokkan 13 í dag, men fráferðin av Krambatanga er flutt frá 15.30 til 16.30. Tað ávirkar restina av ferðaætlanini og er fráferðin av Havnini klokkan 18.30 flutt til klokkan 20. Fráferðin av Krambatanga klokkan 21 í kvøld er avlýst.
Sostatt liggur Smyril ikki í Havnini í nátt, og verður harvið morguntúrurin leygardagin klokkan 07 eisini avlýstur.
Smyril siglir aftur av Krambatanga leygarmorgunin kl. 09:30 og siglt verður sambært ferðaætlan restina av degnum, tó skal fyrivarni takast fyri møguligum seinkingum, boðar Strandferðslan frá.
Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við hesar broytingar.

Veðrið darvar Smyrli





