Teir 15 bretarnir, sum hava sitið fangar í Iran, koma ætlandi til Bretlands fyrrapartin. Tey 15 eru farin við flogfari úr Teheran, og úr London verður sagt, at ætlandi lendir flogfarið har um 11-tíðina okkara tíð.
Tey 15 hava verið í Iran, síðani tey vórðu tikin við Shat-al-Arab á markinum millum Irak og Iran tann 23. mars. Iranar halda uppá, at tey vóru í iranskum øki, men tað avsanna bretar.
Í gjár kunngjørdi iranski forsetin rættiliga óvæntað, at teir 15 bretarnir sleppa til hús. Bretskir fjølmiðlar vilja vera við, at Sýrialand og Qatar hava gingið millum partarnar.