Vegastrekkið handað kommununi

Fríggjadagin 16. juli 2004 avhandaði entreprenørvirkið Sp/f Andrias Berg liðugtgjørda vegastrekkið millum Landavegin og Velbastaðvegin í Havn til Tórshavnar kommunu.
5. november 2003 var sáttmáli undirskrivaður millum entreprenørvirkið Sp/f Andrias Berg í Havn og Tórshavnar kommunu um liðugtgerð av vegastrekkinum millum Landavegin og Velbastaðvegin í Havn.
Tilboðið upp á liðugtgerðina var upp á gott 2 milliónir krónur. Landsbyggifelagið stóð fyri projekteringini.