Vegir stongdir 26.-27. juli í sambandi við Tórsfest

Í sambandi við Tórfest, sum verður fríggjadagin 26. juli, verða hesir vegir stongdir frá fríggjamorgunin 26. juli klokkan 9 til leygardagin 27. juli klokkan 12:

 

  • Tórsgøtu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Sverrisgøta frá Magnus Heinarsonargøtu oman til Tórsgøtu
  • Mylnugøta
  • Bryggjubakki frá Vágsbotn til Bringsnagøtu
  • Vágsbotnur frá Bøgøtu til Vaglið
  • Undir Bryggjubakka

 

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á torshavn.fo.