"Hans" ger um seg: Vegurin fór í tvey

- Tað, sum var óhugnaligt, var, at tað byrjaði at rivna undir fótum mínum, meðan eg tók film. Eg hoyrdi eisini onkur ljóð. Tá hugsaði eg, at her er bara at sleppa sær burtur.

 

Á myndini ovast sæst, hvat møtti norðmanninum, Rune Stenslette, tá hann seinnapartin í dag fór út at taka myndir av einum vegi, sum hann hevði fingið at vita var illa farin í nógva regninum í pørtum av Noregi í dag.

 

Nú stúrir hann fyri, hvat kann fara at henda í nátt og í morgin, um tað aftur verður sama grimdarregn á leiðini sum í dag.

 

Tað var ein lokalávís, sum ringdi til hansara og spurdi, um hann vildi fara út og taka myndir av vegnum, sum var farin í illveðrinum og oysandi áarførinum, nú illveðrið "Hans" hevur rakt Noreg.

 

Rune Stenslette býr í Sør-Aurdal kommunu, og her hevur hann búð í 40 ár. Við norska kringvarpið NRK sigur hann, at slíkt, sum hann hevur sæð í dag, hevur hann ongantíð áður upplivað í økinum.

 

- Tað, sum var óhugnaligt, var, at tað byrjaði at rivna undir fótum mínum, meðan eg tók film. Asfaltið byrjaði at rivna. Tá hugsaði eg, at her er bara at sleppa sær burtur aftur, sigur hann við Tv2.no.

 

Tá NRK spyr, hvussu hann annars upplivdi hetta, sigur hann soleiðis:

 

- Eg hoyrdi onkur ljóð, og tað er jú greitt, at her er talan um stórar náttúrukreftir, sigur Rune Stenslette, sum metir, at holið í vegnum, sum myndin vísir, er einar fimm metrar breitt og meira enn fimm metrar djúpt.

 

Meira um hetta kann lesast á www.nrk.no

 

##med2##

 

Býráðsleiðarin í Oslo, Raymond Johansen, skrivar sambært Verdens Gang á Facebook í kvøld, at fólk, sum hava síni arbeiðspláss í norska høvuðsstaðnum, í størst møguligan mun eiga at arbeiða heima í morgin. 

 

- Vit mæla til, at fólk, sum hava møguleikan til tess, arbeiða heimanífrá í morgin - eisini fyri at umgangast, at vegir og almenn ferðsla verður ovbyrjað, sigur hann.

 

Myndugleikar og løgregla heita eisini á fólk í økjum, sum kunnu væntast at verða harðast rakt, um í størst møguligan mun at halda seg við hús.