Tá Daisy og Kuno Iversen og børnini fluttu til Føroya at búgva fyri einum ári síðani, høvdu tey onga hóming av, at tað fór at verða so torført, at fáa gerandisdagin at hanga saman uttan nógva familju og netverk í nærumhvørvinum. Tey arbeiða bæði fulla tíð á viðgerðarstovnum, og Daisy arbeiðir eisini í skiftandi vaktum. Tey hava ofta tørv á ansing, tá stovnar ikki hava opið, og tí mugu tey ofta taka frí teir dagarnir. Tá fleiri frídagar verða tiknir, tí barnagarðurin ikki hevur opið, so rakar verkfallið hjá Pedagogfelagnum serliga hart nú, tí tað eru ikki nógvir frídagar at taka av hjá Daisy og Kuno Iversen.
Les eisini: Foreldur við ongum netverki keypa sær frí vegna verkfall
– Okkara arbeiði er so sárbært, tí vit arbeiða bæði á viðgerastovni. Búfólkini merkja tað, tá tingini ikki hanga saman, og tiltøk verða avlýst, tá vit ikki fáa komið. Jólatíðin er frammanundan serliga sárbær hjá tí málbólkinum, sum vit arbeiða við, og tí ávirkar tað tey, tá vit knappliga við stuttari fráboðan ikki koma til arbeiðis, sigur hon.
– Tað verður kaotiskt viðhvørt, og tað er ordiliga synd, leggur hon afturat.
Daisy hevur ikki upparbeitt feriu, tí tað ikki er so long tíð liðin, síðani hon byrjaði í starvinum. Tí fær hon ikki tikið feriu ímeðan stovnarnir eru lukkaðir.
– Taki eg frí, so skyldi eg, ella verði eg trekt, sigur hon.
–Eg hugsi serliga um summarfrítíðina, sum vit hava planlagt. Eg veit ikki, um vit nú hava ráð til tað, tí vit ikki hava rætt til frí tá, tí vit noyðast tað brúka dagarnir nú, sigur hon.
–Eg vænti eisini, at vit fara at merkja tað, at vit hava mist tímar í januar og møguliga eisini í februar, staðfestir hon.
Á arbeiðsplássinum eru tey skiljandi, og vit royna at fáa tað at rigga, men vit kunnu ikki hava børnini við til arbeiðis har sum vit starvast. Tá eg ikki møti upp, má onkur annar koma ístaðin, og vit hava ikki so nógvar avloysarar. So tað er nógv sálarligt uppruddingararbeiði, tá vit koma aftur til arbeiðis, sigur hon frá.
– Eg haldi sjálvandi, at námsfrøðingarnir skulu fáa ein ordiligan sáttmala, men vóni ikki at verkfallið heldur á inn í januar mánað, tí so veit eg ikki, hvat eg skal gera, staðfestir Daisy Iversen.