Veitir næmingum við trupulleikum hjálp

Kommunuskúlin í Havn hevur tikið stig til at seta á stovn ein bólk við serfrøðingum, ið hjálpir børnum, sum hava trupulleikar av ymsum slag

SKÚLIN
Sum tann fyrsti skúlin í Føroyum hevur Kommunuskúlin í Havn í samráð við Sosialu deild í Tórshavnar býráð tikið stig til at seta á stovn ein bólk við serfrøðingum, ið hjálpir børnum, sum hava trupulleikar av ymsum slag. Serfrøðingarnir eru sálarfrøðingur, sosialráðgevi, ráðgevarar av ymsum slag ella sum heild fólk, ið hava gott tak á børnum. Enn er tiltakið so nýtt, at ikki ber til at siga, hvussu tað roynist, men skúlastjórin, Hanus Joensen, hevur góðar vónir.
- Foreldur taka væl ímóti tiltakinum, tí tey síggja allarbest, at børnini hava trupulleikar. Hinvegin er misjavnt, hvussu væl allir næmingar taka ímóti tilboðnum ella viðgerðini, teimum stendur í boði. Nøkur taka væl ímóti, meðan onnur als ikki vilja vita av, at tey hava trupulleikar.
Næmingar, ið fáa hjálp í boði, hava sum heild tungar og stórar trupulleikar, ið kunnu hava ógvuliga ymiskar orsøkir. Hjálpin, sum í størstan mun er samrøða, verður veitt í skúlatíð.
- Sum heild eru hetta eldri næmingar og endamálið er at læra tey at seta mørk, at uppbyggja sjálvskensluna og sjálvsvirðingina, sigur Hanus Joensen.
Trupulleikarnir, næmingarnir hava, eru ikki komnir eftir einum degi. Heldur hinvegin er hugsandi, at teir hava drigist við teir í nógv, nógv ár.
- Fyrr hjálp verður sett inn, størri er møguleikin fyri at fáa tey á beint aftur, sigur Hanus Joensen.
Spurningurin er so, hví skúlin tekur stig til eitt slíkt tiltak. Eru ikki aðrir stovnar, ið eiga at hjálpa børnum, sum hava trupulleikar.
- Møguligt, men hesi børnini ganga í okkara skúla og fyri at undirvísingarstøðan skal vera nóg góð, er neyðugt at næmingar klára at taka ímóti undirvísing, og tað megna teir ikki, um teir eru illa fyri sosialt ella í aðrar mátar. Tí meta vit, at tað er arbeiðið hjá okkum at geva næmingum fyritreytir fyri at kunna læra.
Hetta serliga tiltakið, ið ikki kann sigast annað enn er sera positivt, hevur leingi verið í umbúna.
- Fyrireikingarnar hava verið drúgvar og tungar, ikki minst at fáa skipanina at góðtaka tiltakið, tí onkur skal jú gjalda.
Í øðrum londum er vanligt, at skúlar í samstarvi við almennar myndugleikar taka stig til tilboð, ið kunnu hjálpa skúlanæmingum við trupulleikum.