Veitslan verður í september

Sjónleikurin Veitslan verður sýndur í Løkshøll, Norðurlandahúsinum og Miðnámsskúlanum í Hovi í september.

Sjónleikurin Veitslan verður sýndur í Løkshøll, Norðurlandahúsinum og Miðnámsskúlanum í Hovi í september. 

 

Sjónleikurin Veitslan eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov.

Velur tú ta gulu ella ta grønu røðuna?


Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur stórfingna veitslu fyri ætt, vinum og kenningum.

 


Hóast dóttirin Linda fyri stuttum hevur tikið lívið av sær, skal veitsla nú haldast, og hini trý børnini hjá føðingardagsbarninum koma við í veitslu. Elsti sonurin Kristjan, sum er tvíburabróðir Lindu, kemur úr Fraklandi. Helena kemur við grønlendska unnusta sínum Malik. Yngsti sonurin, Mikkjal, er ikki boðin av fyrstantíð, tí hann er harðrendur og gerst óður í brennivíni, og pápin óttast, at Mikkjal spillir veitsluna. Men hann kemur kortini í Veitslu saman við íslendsku konuni Mariu. 


Sum elsti sonurin er Kristjan fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra. Pápin velur ta grønu. Í grønu røðuni kemur ein myrkur familjuloynidómur fram: Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga. 

 


Men hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann?

 


Veitslunáttin gerst ein alsamt harðnandi bardagi um sannleikan.

 


Veitslan er upprunaliga ein filmur eftir Thomas Vinterberg. Í 1998 vann hann gyltu pálmarnar á filmsfestivalinum í Cannes.Í Føroyum er Veitslan stór norðurlendsk verkætlan við luttøku úr fimm londum: Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum.
Sjónleikurin er spældur á pallum um allan heim, og nú hann er komin til Føroya, er hann lagaður til føroysk og norðurlendsk viðurskifti.
Kristianna Winther Poulsen, framleiðari, og Marita S. Dalsgaard, leikstjóri, hava tikið stig til verkætlanina. 

 


Foreldur:
Helgi Dýrindal-Joensen: Hilmar Joensen (FØ)
Else Dýrindal-Joensen: Gunvor Reynberg (DK)


Systkin:
Kristjan Dýrindal-Joensen: Hjálmar Dam (FØ)
Linda Dýrindal-Joensen: Eyð Berghamar Jacobsen (FØ)
Mikkjal Dýrindal-Joensen: Hannes Óli Ágústsson (ÍS)
Helena Dýrindal-Joensen: Beinta Clothier (FØ)


Makar:
Malik, unnustin hjá Helenu: Rasmus Lyberth (GR)
Maria, kona Mikkjal: Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS)


Starvsfólk á gistingarhúsinum hjá familjuni:
Pia Hansen: Barbara K. Andreasen (FØ)
Tænari: Johanna Roos Slættanes


Foreldrini hjá Helga:
Abbi: Sonne Smith (FØ)
Omma: Karin Djurhuus (FØ)

 


Veitslustjóri:
Helmuth von Sachs: Allan Dalsgarð (FØ)

 

 


Gestir:
Leivur gubbi: Jógvan Salomon Joensen (FØ)
Anna gumma: Gunnvør Joensen (FØ)
Gestur 1: Noomi Reinert (FØ)
Gestur 2: Birta Biskupstø (FØ)


Framleiðsla: Kristianna Winther Poulsen (FØ)
Leikstjórn og tillaging: Marita S. Dalsgaard (FØ)
Senografi, video, búnar: Tormod Lindgren (NO)
Tónasmíð og ljóð: Joachim Holbek (DK
Ljós og teknik: Turpin Djurhuus (FØ)
Umseting: Kristianna Winther Poulsen (FØ)
Hjálparleikstjóri: Gunnhild Michelsen
Foto og plakat: Tormod Lindgren (NO)
Bygging: Teitur Heindriksson (FØ)
Seyming: Helen Jacobsen (FØ)
Hár og smyrsl: Marjun Olsen (FØ)
Hár og smyrsl til foto: Jannita Honnudóttir (FØ)

 


Forlagið Sprotin gevur leikritið hjá Vinterberg go Rukov út í bók í sambandi við frumsýningina.