Veitslubrak í ítróttarhøllini í Runavík

Leygarkvøldið, 19. februar klokkan 19.30, skipa fýra ítróttarfeløg í Runavíkar kommunu fyri stórari felags gallaveitslu í ítróttarhøllini

Tað eru tey fýra feløgini, Tjaldur, Kappróðrarfelagið NSÍ, NSÍ og Støkk, sum standa aftanfyri stóra tiltakið.
Hetta er fyrstu ferð, at stig verða tikin til eina so stóra felags veitslu í økinum.
Nú Runavíkar kommuna er vaksin við trimum nýggjum kommunum,
kundi kanska hugsast, at øll feløgini í nýggju kommununi vóru saman um tiltakið, men stigtakararnir siga, at tey í fyrsta lagi vilja vita, hvussu henda veitslan tekur seg út. Gongur alt, sum ætlað, er ætlanin, at samansjóða øll feløgini í stóru kommununi til gallaveitslu komandi ár.
At samansjóða?
Stóra gallaveitslan, sum bæði er fyri fótbóltsspæl-arum, hondbóltsspælarum, róðrarfólki, fimleikarum og áskoðarum, verður 19. februar, og byrjað verður klokkan 19.30. Aldursmarkið er sett til 15 ár, og prísurin fyri atgongumerkini er 280 krónur. Sølan fer fram á Kunningarstovuni í Saltangará, og ætlandi verða atgongumerkini seld fram til í seinasta lagi, 16. februar.
Á Kunningarstovuni siga tey, at gallaveitslan er treytað av, at í minsta lagi 200 fólk tekna seg.
- Ætlanin við veitsluni er at samansjóða tey mongu og virknu ítróttarfólkini, sum eru á staðnum við einum felags tiltaki fyri øll. Tiltakið er eisini ætlað áskoðarum, viðhaldsfólki og stuðlum. Øll, sum búgva í gomlu Runavíkar kommunu og keypa sær atgongumerki, eru vælkomin, siga stigtakararnir sum vænta stóra undirtøku.
Tey vísa á, at tá ið veitslan verður skipað eftir hesum leisti, vænta tey nógv fleiri veitslugestir enn ann-ars til eina vanliga ársveitslu.
- Ætlanin er at styrkja vinarløg og samanhald millum tey ymsu ítróttarfólkini og feløgini.
Døgurði, undirhald og dansur
Skráin ber bráð av røttum galladámi, har borðreitt verður við trimum rættum, sum Sjókaféin í Runavík stendur fyri. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum verður frásøgumaður, og ymisku feløgini fara at skipa fyri góðum undirhaldi. Eisini verður ein av-markað kabarett um lokal viðurskifti á nøkulunda sama hátt sum á Eystanstevnu. Spælt verður undir felagssanginum, og at enda verður dansur við kenda bólkinum, Showmenn.
- Umframt tríggjar døgurðarættir, verður á veitsluni eisini høvi at keypa sær okkurt leskandi; tí verður eingin orsøk til at ganga svangur - ei heldur tystur, siga fyrireikararnir.