Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru inntøkurnar frá persónsskatti í Vágs kommunu øktar 3,6%. Skattainntøkurnar hjá Vágs kommunu eru størri higartil í ár enn somu tíð í fjør.
Á heimasíðuni hjá kommununi verður sagt, at inntøkurnar av persónsskatti fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru slakar 300.000 krónur hægri enn somu mánaðir í fjør.
Hetta svarar til ein vøkstur upp á eini 3,6%.
Tað er serliga í mars í ár, at skattainntøkurnar eru øktar.
Í krónum er talan um ein vøkstur upp á slakar 190.000 krónur, sum samanborið við mars mánaða í fjør svarar til ein vøkstur í skattainntøkuni upp á eini 6,4%