Sum løggildur sálarfrøðingur við serkunnleika í heilsusálarfrøði, heldur Jeanne Fløe, at fólk, sum stríðast við yvirvekt og ætla sær í viðgerð móti fiti, ongantíð eiga at hava tað sum einasta mál í viðgerðini, at tey nú bara skulu tapa seg.
- Um so er, er dysturin í fleiri førum taptur frammanundan, tí ofta vil kroppurin í byrjanini arbeiða so hart ímóti hesum, at tað tekur tíð, áðrenn tey fyrstu pundini byrja at fara, sigur hon.
Jeanne Fløe vísir á, at tá ræður um yvirvekt, er ógvuliga umráðandi, at vit eisini hugsa um at broyta lívstíl. - Setir tú teg í eina harða viðgerð, kann væl vera, at tú tapir nøkur kilo rættiliga skjótt, men í tí løtu, tú byrjar at eta vanligt aftur, byrjar vektin eisini at veksa aftur.
Sálarfrøðingurin heldur tað vera skeivt at einfaldgera trupulleikan við fiti og tað seinasta, vit eiga at gera, er at siga, at yvirvekt er ein sjálvgjørdur trupulleiki.
Kelda: www.helse.dk