Haldini eru tillagaði soleiðis at tey betur nøkta tørvin hjá tí einkulta kundanum. Møguleiki verður fyri at velja millum eitt av fylgjandi haldum:
?Vinnuhald
?Vanligt hald
?Frítíðarhald
Eyðkennið við vinnuhaldinum er tað lága samtalugjaldið, sum er galdandi alt samødgrið. Vinnuhaldið vendir sær, sum navnið sigur, til vinnufólk, sum serliga brúka telefonina um dagin, og sum til eina og hvørja tíð vilja hava samband við viðskiftafólk og starvsfelagar. Eisini er hópurin av eykatænastum knýttur til vinnuhaldið, m.a. dataflutningur.
Vanliga haldið er til teira, sum sjálvi ynskja at seta haldið saman av teimum tænastum, sum eru til taks, og har nýtslan er javnt býtt millum dagin og kvøldið.
Umframt at brúka fartelefonina í Føroyum, kann telefonin, um tú hevur vinnuhald ella vanligt hald eisini brúkast hjá øllum teimum kervisveitarum, sum Føroya Tele hevur avtalur við.
Frítíðarhaldið er, sum navnið sigur, best egnað til teirra, sum hava tørv á fartelefonini í frítíðini, hetta merkir, at samrøðurnar eftir kl. 18 og sunnudagar eru bíligar, eisini er frítíðarhaldið bíligt í stovning og mánaðargjøldum.
Niðanfyri er ein talva, sum vísir gjøldini á teimum ymisku haldunum. Stovningin av tí vanliga haldinum kostar tó 647 kr., um man sjálvur velur eitt telefonnummar. Prísurin á umskifti av haldinum veldst um hvat hald tú hevur og hvat hald tú ynskir, nærri upplýsingar hesum viðvíkjandi sæst á www.tele.fo
Vanligt Vinnu- Frítíðar-
hald hald hald
kr. kr. kr.
Stovning 500 kr. 700 kr. 300
Mánaðargjøld 115 kr. 200 kr. 75
Samrøður ? dag 2,40 kr. 1,60 kr. 4,00
Samr. ? kvøld/nátt 1,40 kr. 1,60 kr. 0,90
Uppringingargjald 0,40 kr. 0,40 kr. 0,40