Veldug uppliving í Newcastle

Enska heimasíðan, chronicle.live.co.uk hevði herfyri grein um vitjanina, sum føroyska Newcastle-felagið var á seinasta vikuskiftið.

Hetta var fyrsta ferðin, at nýstovnaða felagið skipaði fyri ferð til St. James?s Park, og tó at úrslitið gjørdist eitt svíðandi 3-0 tap móti Liverpool, so lata teir fimm fjeppararnir heilt væl at ferðini. Teir fingu millum annað møguleikan at heilsa upp á Peter Beardsley, Shay Given, nevndarformanninum Chris Mort og venjaran hjá felagnum, Sam Allardyce.

Føroyska fjepparafelagið telur í løtuni um 50 limir.

 

Les greinina, sum enska heimasíðan hevur skrivað<a>