Veljarakanning: Fólkaflokkurin minkar niður í helvt

Sambært feskari veljarakanning, so verður Fólkaflokkurin hart revsaður á løgtingsvalinum 8. desember.

Tey telja atkvøður í størsta valstaðnum í landinum, í Høllini á Hálsi í Havn.

Ein veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið vísir, at Fólkaflokkurin fær harða viðferð frá veljarunum á løgtingsvalinum, og at flokkurin bara fær fýra tingfólk.

Sambandsflokkurin stendur eisini til afturgongd og fær seks tingfólk.

Miðflokkurin og Framsókn fáa tríggjar tingsessir í part.

Tjóðveldi fær ein sess afturat, og Javnaðarflokkurin verður stóri sigursharrin og fær tríggjar tingsessir afturat.

Sambært kanningini so fáa samgonguflokkarnir tilsamans 13 tingsessir og andstøðan 20 sessir.

Fólkaflokkurin: 4 sessir (-4)

Sambandsflokkurin: 6 sessir (-1)

Javnaðarflokkurin: 10 sessir (+3)

Sjálvstýri: 0 sessir (-1)

Tjóðveldi: 7 sessir (+1)

Framsókn: 3 sessir (+1)

Miðflokkurin: 3 sessir (+1)

Meira verður um kanningina í Degi og Viku í kvøld.

 

Tey telja atkvøður í størsta valstaðnum í landinum, í Høllini á Hálsi í Havn.