Magnus Dam
Keypmannahavn
Tað er veljarakanningin hjá TV2, sum varð almannakunngjørd klokkan 13 í gjár, sum hevur fingið øði í donsku flokkarnar. Politikkararnir halda, at TV2 er farið út um út um markið fyri, hvat er etiskt rætt.
Veljarakanningin hjá TV2 var ein sokallað exit-poll. Tað vil siga, at hon er gjørd á valstøðum kring landið. TV2 spurdi meira enn 10.000 veljarar, sum høvdu verið inni og atkvøtt, hvar teir settu krossin. Tað er ongantíð hent áður í Danmark, at úrslitið av einari exit-poll er almannakunngjørt, áðrenn valhølini eru latin aftur.
Fleiri serfrøðingar halda eisini, at tað er skeivt at almannakunngera slíkar kanningar, áðrenn valhølini eru latin aftur, tí tær kunnu ávirka veljararnar, sum ikki enn hava verið á vali.
Noyðast at lóggeva
Politiken og Jyllands Posten skrivaðu í gjár, at fleiri flokkar leggja upp til at broyta vallógina. Danska Innanríkisráðið segði fyrradagin, at tað ikki er brot á vallógina at almannakunngera eina exit-poll sjálvan valdagin, men Innanríkisráðið heldur, at tað er neyðugt at endurskoða verandi lóggávu.
Ulla Tørnæs, politiska framsøgukvinnan hjá Vinstra, harmaðist í Jyllands Posten í gjár um, at TV2 ikki hevur tikið atfinningarnar til eftirtektar.
-Hetta noyðir okkum at umhugsa ein lógarbroyting. Farið er út um mítt etiska mark, tá ið úrslitið av tílíkum kanningum verður almannakunngjørt, áðrenn valhølini eru latin aftur, segði hon.
Bendt Bendtsen úr Konservativa Fólkaflokkinum er samdur.
- Við hesari exit-poll kanningini fer TV2 langt út um tað moralskt forsvarliga. Kanningin kann ávirka bæði valluttøkuna og úrslitið av sjálvum valinum. Skilir TV2 ikki eina greiða áheitan frá Christiansborg, so mugu vit lóggeva, segði Bendt Bendtsen.
Formaðurin í Sosialistiska Fólkaflokkin, Holger K. Nielsen, sigur, at hann fer leggja fram uppskot um eina lógarbroyting, um TV2 ikki av sínum eintingum gevst við slíkum kanningum.
- Hetta kann als ikki góðtakast, sigur hann.
Teir einastu flokkarnir, sum ikki taka undir við einum beinleiðis banni, eru danski Javnaðarflokkurin og Eindarlistin. Men báðir flokkarnir finnast kortini hvassliga at TV2.
Flyta fokus
Kanningin hjá TV2 hevur eisini fingið politikkararnar at hyggja at øllum øðrum veljarakanningum, sum verða almannakunngjørdar upp undir og sjálvan valdagin.
Bendt Bendsten segði við Politiken í gjár, at tær mongu veljarakanningarnar flyta fokus frá tí veruliga kjakinum.
Saman við SF mæla teir konservativu til, at veljarakanningar verða bannaðar nakrar dagar upp undir sjálvan valdagin. SF mælir til, at tað ikki skal verða loyvt at almannakunngera veljarakanningar tveir dagar áðrenn sjálvan valdagin.
Í fleiri londum finst eitt tílíkt evstamark, og í nøkrum londum er tað bannað yvirhøvur at gera veljarakanningar.