Ruth Vang, Framsókn, Aksel V. Johannsen, Javnaðarflokkurin og Høgni Hoydal, Tjóðveldi, tá tey skrivaðu undir samgonguskjalið beint fyri jól í 2022

Veljaralúsingur kostar samgonguni fýra tingsessir

Um løgtingsval var í dag, so hevði samgongan fingið ein syngjandi lúsing og hevði mist valdið til nýggja tveyflokkasamgongu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

Ruth Vang, Framsókn, Aksel V. Johannsen, Javnaðarflokkurin og Høgni Hoydal, Tjóðveldi, tá tey skrivaðu undir samgonguskjalið beint fyri jól í 2022

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin.

 

Kanningin ger Fólkaflokkin til størsta flokk í Føroyum. Hann fær 25,6 prosent av atkvøðunum, ein framgongd upp á 6,6 prosentstig, sum gevur flokkinum 9 tingsessir.

 

Harvið vinnur Fólkaflokkurin alt tað, sum hann misti á seinasta løgtingsvali, tá afturgongdin hjá flokkinum var 6,0 prosentstig.

 

Næststørstur verður Sambandsflokkurin, sum fær 23,3 prosent av atkvøðunum, 3,3 prosentstig meira enn á valinum 8. november í 2022. Tað hevði verið besta valúrslitið hjá Sambandsflokkinum í 12 ár, síðani 2011, tá flokkurin hevði 24,7 av atkvøðunum við Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni og løgmanni.

 

Sambandsflokkurin hevði eina lítla afturgongd á seinasta løgtingsvali, upp á 0,7 prosentstig, men tað hevur hann vunnið væl og virðiliga innaftur við hesi kanningini, sum gevur houm 3,3 prosent í framgongd.

 

Javnaðarflokkurin fær størsta slagið. Flokkurin gongur 4,8 prosentstig aftur og fær bara 21,8 prosentstig ímóti 26,6 á seinasta løgtingsvali. Tað gevur flokkinum sjey tingsessir, tveir færri enn á seinasta løgtingsvalið. Aksel V. Johannesen, formaður floksins og løgmaður, kann tó ugga seg við, at hendan kanningin er heldur frægari enn tann, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið 5. desember í fjør, tá Javnaðarflokkurin fekk 18,7 prosentstig og 6 tingsessir. Í mun til ta kanningina vinnur hann 3,1 prosentstig innaftur.

 

Men tað er ikki nóg mikið, tá Tjóðveldi eisini gongur aftur. Tjóðveldi fær í kanningini 15,8 prosent, sum er ein afturgongd upp á 1,9 prosentstig, sum gevur flokkinum 5 tingsessir í mun til 6 á valinum. Tjóðveldi gekk eins og Sambandsflokkurin 0,7 prosentstig aftur á valinum, so tað ger bara støðuna enn verri.

 

Framsókn gongur eisini aftur. Flokkurin fær í kanningini 5,7 prosentstig í mun til 7,5 á valinum, ein afturgongd upp á 1,8 prosentstig, og tað kostar flokkinum ein tingsess, so hann fær tveir.

 

Miðflokkurin gongur eisini aftur. Hann fær 5,8 prosent í mun til 6,6 valinum, men hann varðveitir báðar tingsessirnar. Miðflokkurin er einasti flokkur, sum varðveitir tingfólkatalið.

 

Sjálvstýri vinnur heldur ikki upp um tinggáttina í hesi kanningini.

 

Lesið meira um kanningina í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo

 

Í blaðnum er eisini stór kanning um, hvat føroyingar halda um kongshúsið og um nýggja kong okkara Fríðrik X.

 

Ruth Vang, Framsókn, Aksel V. Johannsen, Javnaðarflokkurin og Høgni Hoydal, Tjóðveldi, tá tey skrivaðu undir samgonguskjalið beint fyri jól í 2022