Hetta er nokk tað nærmasta, vit nakrantíð hava verið tveimum blokkum í føroyskum politikki. Tað heldur Helgi Abrahamsen tingmaður fyri Sambandsflokkin. Í kjalarvørrinum á veljarakanningini, Fynd gjørdi fyri Sosialin í farnu viku, hevur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, enn einaferð staðfest, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin
Samstundis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokinum, at sum Tjóðveldi førir seg fram, er ein samgonga ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldi óhugsandi. Helgi Abrahamsen er púra samdur við floksformannin hjá sær. Hann heldur, at tað er óhugsandi at Tjóðveldi fer í eina samgongu, sum ikki hevur fullveldispolitikk á skrá og tað kann hann undir ongum umstøðum fáa við Sambandsflokkinum.
Annars staðfestir Helgi Abrahamsen, at í føroyskum politikki verða samgongur gjørdar í allar ættir, so í veruleikanum ánar veljarin ikki, hvønn løgmann hann fær fyri sína atkvøðu. At javnaðarflokkurin bannlýsir Fólkaflokkin, og Sambandsflokkurin vísir Tjóðveldi frá sær, er nokk tað nærmasta, vit hava verið blokkpolitikki í Føroyum, heldur Helgi Abrahamsen.
Næsta løgtingsval kann saktans verða eitt val ímillum andstøðuna og samgonguna, heldur hann. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Helga Abrahamsen greiða frá, hvussu hann sær samgongumøguleikarnar fyri sær eftir næsta løgtingsval.
|