Hugvekjandi grein, sum Sjúrður Ravnsfjall skrivar á heimasíðuni hjá Sprotanum í vikuni. Hann skrivar søguna, sum >>er ein absurd, tragikomisk og (sur)realistisk søga um mínar tríggjar seinastu krossar, ið latnir eru til føroysk val og um, hvussu tríggir krossar lættliga blíva fleiri.<<
Sjúrður Ravnsfjall valdi tjóðveldismannin Karsten Hansen á løgtingsvalinum í 2004. Tá valskeiðið var av, var Karsten Hansen í Miðflokkinum. Sjúrður Ravnsfjall valdi tjóðveldismannin Sjúrð Skaale á løgtingsvalinum í 2008. Tá val varð útskrivað, var Sjúrður Skaale í Javnaðarflokkinum. Sjúrður Ravnsfjall valdi tjóðveldismannin Boga Andreasen á býráðsvalinum í 2008. Bogi Andreasen bjóðar seg nú fram fyri Fólkaflokkin á løgtingsvalinum.
Sjúrður Ravnsfjall vísir á, at hann hevur valt politikkin hjá Tjóðveldi, men hevur >>fingið tjóðveldispolitikk, sambandssinnaðan javnaðarpolitikk, átrúnaðarligan miðflokkapolitikk og sjálvstýrissinnaðan høgrapolitikk.<<
Sjúrður Skaale, sum nú er fólkatingsmaður, vísti í farna valskeiði eisini á hendan ódámliga trupulleikan, sum rætt og slætt heldur veljaranum fyri gjøldur. Hann skrivaði í lesarabrævi, at tá valið er av, veit eingin, hvør politikkur verður rikin. Hann segði bart út, at tann flokkur, sum vil sleppa við í samgongusamráðingar, má fyrst av øllum ganga undir eina treyt. Øll vallyfti mugu strikast, tí eingin flokkur kann halda upp á sítt í einum samstarvi. >>Hetta skapar ta púra sjúku støðu, at skal ein flokkur sleppa í samgongu, er fyrsta treyt, at hann sleppur sínum egnu vallyftum! Sjálv fortreytin fyri at fáa vald, er, at tú ikki stendur við tíni orð...<<, skrivaði hann.
Tað er hamrandi provokerandi, at eingin veit, hvør politikkur verður rikin eftir valið. Blokkpolitikk ella okkurt annað – gevið okkum politikk, sum vit kunnu fyrihalda okkum til!
Um átta dagar skulu føroyingar á løgtingsval. Góði veljari, bestu eydnu við tíni ávirkan!