Tað hevði verið nógvir fyrimunir, at politisku flokkarnir skipaðu seg í blokkar til løgtingsval.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at sum skipanin er í dag, veit veljarin ikki altíð, hvat hann fær fyri krossin, hann setir.
Politikarin hann velur, kann hava givið ávís lyfti í valstríðnum. Men so endar hann í onkrari samgongu, har hansara lyfti ikki vera raðfest.
- Tað er eisini lætt hjá politikarum at lova, tí enda teir í eini samgongu, er lætt at siga, at tað ber ikki til at halda lyftini í hesi samgonguni, tí ongin flokkur og eingin politikari fær alt sítt ígjøgnum.
Men kortini heldur Kaj Leo Holm Johannesen ikki, at føroysku flokkarnir skulu skipast í vanliga høgra og vinstra blokk.
Hvat høgra og vinstra viðvíkar, vísir tað seg, at flokkar eru til reiðar at strekkja seg rættiliga langt.
- Sambandsflokkurin hevur samstarva væl við allar flokkar, men eitt samstarv ímillum Tjóðveldið og Sambandsflokkin virkar ónátúrligt, heldur løgmaður.
Tað kann eisini væl verða, at tað vera onnur mál enn vanlig høgra og vinstra mál, sum fara at seta politisku dagsskránna næstu árini. Vit sleppa ikki undan at taka støðu til stórmál. Skulu vit, eitt nú yvirtaka útlendingamálini, verður tað ein veldug avbjóðing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tí sær løgmaður heldur fyri sær, at flokkarnir skipa seg í ein sambandsblokk og ein loysingablokk, sigur hann.