Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, varð ikki valdur í Løgtingið á løgitngsvalinum í gjár. Hann gjørdist nummar 25 á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Á løgtingsvalinum í 2019 varð hann valdur á ting við 429 persónligum atkvøðum. Tá var hann eisini landsstýrismaður í samferðslumálum.-
Síðani hann aftur tók við sum borgarstjóri í Havn 1. januar í 2021, hevur hann verið í farloyvi úr Løgtinginum.
Heðin Mortensen sigur, at hann stillaði upp fyri at stuðla, og hann takkar fyri tær 102 atkvøðurnar, hann fekk á valinum.
– Eg stillaði eisini upp fyri at stuðla til fólkatingsvalið í 2019 og fekk tá tilsamans 160 atkvøður. Til fólkatingsvalið nú í 2022 stillaði eg als ikki upp.
– Eg stillaði upp til løgtingsvalið 31. august 2019, fekk tá 429 atkvøður og varð valdur á løgting. Men 10. november 2020 kom kommunuvalið, og eg varð valdur inn við heili 2284 persónligum atkvøðum.
– Sostatt gjørdist eg borgarstjóri aftur frá 1. januar 2021 og valdi tí tingsessin frá. Og tað sýnist greitt, at tað er her, veljarin vil hava meg at vera.
– Eg trívist avbera væl í mínum arbeiði, og havi eg lív og heilsuna, siti eg sum borgarstjóri til 1. januar 2025, sigur Heðin Mortensen, sum gleðir seg til eitt mennandi samstarv við nýggja Løgtingið.