VELTAN - savningarmerkið fyri vørur úr Sandoynni

"Grøna oyggin, besta moldin - VELTAN - Sandoy" verður savningarmerkið hjá grønmetisframleiðarum í Sandoynni.

"Grøna oyggin, besta moldin - VELTAN - Sandoy".

 

Tað var uppskotið til vørumerkið, ið Katrin Petersen legði fram á grønmetisfundinum í Skálavík í gjárkvøldið. Hugskotið er, at eitt slíkt merki kann gerast savningarmerkið hjá framleiðarum í Sandoynni.

 

Bóndur, jarðeigarar og onnur, sum hava hug at velta og selja, kunnu brúka hetta felags savningarmerki á sínum vørum. 

 

VELTAN Sandoy kann eitt nú klistrast á ein eplaposa, ein posa við rótum, gularótum ella á eitt bundið av rabarbum - bara fyri at nevna onkrar av møguleikunum. 

 

- Um hetta verður eitt áhugafelag ella eitt partafelag, vita vit ikki enn,men øll tey, sum framleiða og selja, kunnu verða við og kunnu seta merkið á sínar vørur, sigur Katrin Petersen, umboðandi Vakstrarætlanina fyri Sandoynna.

 

Hugskotið er, sigur Katrin, at hetta verður eitt ella annað samtak, sum eisini skal arbeiða við at tryggja tað besta av tí besta.

 

- Men, hvussu tryggja vit okkum so, at talan verður um dygdarvørur. Jú, tað gera vit í fyrsta lagi við opinleika, har viðskiftafólk kunnu síggja, hvussu vøran verður framleidd. Vit skulu eisini hava kunning frá viðskiftafólki, um tað vísir seg, at vøran í onkrum føri ikki er optimlal. Soleiðis kunnu vit gera okkum betri og tryggja tað besta av tí besta.

 

Katrin Petersen segði eisini, at í døgunum 18.-20. september verður skipað fyri einum eplafestivali í Sandoynni, har sandoyingar kunnu koma við eplum og øllum tí grønmeti, sum framleitt verður í oynni.

 

- Hetta tiltak skal bæði vera seriøst, men eisini stuttligt, og tað skal varpa ljós á grønmetisframleiðslu í Sandoynni í síni heild, sigur hon.