Vencil áttandi komin

So kemur skaldskaparritið Venci útaftur. Hesaferð hevur myndlistamaðurin Zacharias Heinesen verið á grafiska verkstaðnum, Steinprent, og myndprýtt Vencil. Myndaevnið er úr stuttsøguni »Vrakið« eftir franska rithøvundin Guy de Maupassant. Hanus Kamban hevur týtt søguna úr fronskum.

Aftur í hesi útgávuni mynda rithøvundar bæði heima og heiman innihaldið í Vencili. Vencil hevur tekstir, ið fevna um tað gerandisliga sjabbið, persónligan sárseyka, samkynd, jarðarferðir, ódjór, kríggj, yvirgongdina til ein vaksnan heim og mýtukendar tekstir.

Høvundar og týðarar, sum viðgera evnini eru: Guy de Maupassant, sum Hanus Kamban hevur týtt, Marianne Larsen og Gregory Corso, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, Naja Maria Aidt, sum Birna Gudmundsen hevur týtt. Marna Jacobsen hevur týtt Alan Gillis, og Sámal K. Soll hevur týtt Jonathan Lethem.

Marianna Hoydal hevur týtt teir báðar Juan Rulfo og Miguel Ángel Asturias. Upprunaføroyska tilfarið hava hesi skrivað: Hanus Kamban, Randi Ward, Høgni Egholm Magnussen, Sissal Kampmann, Mortan A. Østerø, Heðin M. Klein, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Halldóra Dam, Rasmus Rasmussen, Oddfríður Marni Rasmussen, Rannvá Næs Hoydal, Vagnur Streymoy, N-Jón Ellendersen, Turid Thomsen, Ingemar Djurhuus og Rói Patursson.

Upplestur í Sirkus

Í sambandi við, at Vencil kemur út, verður upplestur leygarkvøldið 17. apríl klokkan 20:00 í Sirkus Føroyar. Høvundar, ið hava skrivað tekstir til Vencil, fara at lesa upp.

Vencil í handlunum og hjá haldarum

Vencil kemur í handlarnar í hesi vikuni og verður sendur haldarunum um vikuskiftið. Hevður onkur hug at tekna seg til haldara, kann hetta gerast á heimasíðu Vencils: www.vencil.fo