Vendir øllum á høvdið

?Bjarni Djurholm vendir øllum á høvdið við sínum útsagnum um samveldi við Danmark. Hann flytir seg rættiliga tætt upp at okkara nýskipanaruppskotið, sigur Alfred Olsen

Valstríð

Næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Alfred Olsen, heldur tað vera undrunarvert, at Bjarni Djurholm nú kemur fram alment við tonkum um eitt samveldi við Danmark.
?Bjarni Djurholm vendir øllum á høvdið við sínum útsagnum um samveldi við Danmark. Tað er eingin ivi um, at hetta er valstríð, og Bjarni roynir við hesum at tekkjast teimum mongu fólkafloksveljarunum, sum eru sambandssinnaði, sigur Alfred Olsen.
Formaður í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, fegnaðist í Sosialinum um, at Bjarni Djurholm kom við tílíkum útsagnum. Í so máta er Jóannes Eidesgaard ikki tann einasta at fegnast, tí Alfred Olsen heldur, at Bjarni Djurholm leggur seg heilt nær upp at nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum.
?Eg haldi, at Bjarni við hesum leggur seg heilt nær upp at okkara uppskoti. Hetta skal tó fyrst og fremst metast sum eitt íkast til valstríðið, og tað er eingin ivi um, at Fólkaflokkurin við hesum roynir at leggja seg í miðjuna, sigur Alfred Olsen.
Næstformaðurin í Sambandsflokkinum metir tó ikki, at Fólkaflokkurin kann vera verandi í miðjuni, tí hesi seinastu fýra árini hava víst, at Fólkaflokkurin er loysingarsinnaður flokkur.
?Tað kann harafturat tykjast ógvuliga løgið, at Fólkaflokkurin fer í hernað móti sjálvstýristilgongdini, ið teir sjálvir hava staðið aftanfyri, sigur Alfred Olsen.

Tulking
Alfred Olsen vísir á, at útsagnirnar hjá Poul Michelsen og tær hjá Bjarni Djurholm ikki heilt passa saman, og hetta kann tykjast ørkymlandi.
Poul Michelsen sjálvur heldur tó ikki, at tað er nakað serligur munur á hugsanum hjá partamonnunum í Fólkaflokkinum.
?Tað veldst um, hvussu tú tulkar orðini hjá Bjarni Djurholm. Eg meti, at hann hugsar um eitt framtíðarsamstarv millum tvey sjálvstøðug lond, og hetta er eisini ein áhugaverdur spurningur, sum eg heldur ikki eri ósamdur við, sigur Poul Michelsen.