Venjarafelagið: Jóhan Petur er ársins venjari

Betri deildin menn: Venjarafelag Føroya hevur valt Jóhan Petur Poulsen sum  ársins venjariaí Betri deildini hjá monnum 2022

Mynd: (Venjarafelagið) Frankie Jensen, Venjarafelagið, og Jóhan Petur Poulsen

Venjarafelag Føroya hevur valt Jóhan Petur Poulsen sum  ársins venjariaí Betri deildini hjá monnum 2022. Hann fekk 68,3 prosent av atkvøðunum.

 

Toftamaðurin í Sarpugerði hevur seinastu tvey árini fingið væl burturúr tilfeinginum í Gøtu og Leirvík. Í ár bleiv tað til silvur í landskappingini og eitt steypagull við sigri á KÍ í finaluni um Løgmanssteypið.

 

Jóhan Petur Poulsen var eisini tilnevndur til ársins venjara hjá monnum til Fótbóltsgalla 2022. Her bleiv hann akkurát ov stutt í kappingini við Mikkjal K. Thomassen, sum setti stigamet við KÍ í landskappingini.

 

Mynd: (Venjarafelagið) Frankie Jensen, Venjarafelagið, og Jóhan Petur Poulsen