Venjarar leggja frá

Eftir stórtapið móti Argentina segði landsliðsvenjarin hjá Serbia & Montenegro, Ilija Petkovic, at hann legði frá sær. Nú hevur pólverski venjarin, Pawel Jenas, eisini boða frá, at hann gevst, tá HM-endaspælið er av.
Jenas hevur verið fyri hvøssum atfinningum undan HM-kappingini. Eitt nú, tí hann ikki tók Liverpool-málverjan, Jerzy Dudek, við í hópin. Undir HM-kappingini hava fleiri bløð eisini funnist at taktisku avgerðunum hjá venjaranum, og nú sigur Jenas, at hann tímir ikki meira.