##med2##
Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Hákun West av Teigum og Elias á Skipagøtu, sum hava verið mest eyðsýndu leikararnir hjá Føroyum í kappingini, vóru ikki á vøllinum tá U17 manslandsliðið tapti 16-18 móti Ísrael.
Úrslitið broytir ikki veruleikan, at Føroyar vinna bólk C, og taka tvey stig við sær til meginumfarið, har liðið skal spæla dystir móti Hvítarusslandi og Ungarn, ið eru tvey sera sterk lið. Dystirnir verða spældir í morgin.
Sostatt sær bólkur 2 í meginumfarinum soleiðis út:
Føroyar 2 stig
Hvítarussland 2 stig
Ungarn 0 stig
Spania 0 stig.
Longu klokkan 9.30 í morgin verður farið undir hesar avgerandi dystirnar, tá ið Føroyar skulu royna seg ímóti Ungarn.
Og longu klokkan 14.45 í morgin verður so aftur ein sera avgerandi dystur ímóti Hvítarusslandi.
Vinnarin av bólkinum kemur beint í finaluna ímóti vinnaranum av hinum bólkinum í meginumfarinum.
Úr bólki A hava Svøríki og Kekkia tryggjað sær pláss. Tey spæla ímóti hvørjum øðrum um at fáa tvey stig við í meginumfarið klokkan 19.00 í kvøld.
Úr bólki B bendir alt á at Ísland kemur við tveimum stigum, meðan Italia kemur við ongum stigum. Rumenia hevur framvegis møguleikan, men tá krevst at antin Ísland ella Itala missa stig seinni í kvøld.
Venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Julian J. Johansen valdu at geva "B-ketuni" møguleikan í dag. Mark Lausen-Marcher heldur, at teir sum fingu møguleikan í dag stríddust væl, og vístu góðar taktir. Brandur Silvurstein hevði fleiri góðar bjargingar í málinum, og tað var gott at síggja, at Pauli Jacobsen hevur ein góðan avloysara.