Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen hava sett nøvn á leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í U21-landsdystinum móti Andorra hin 11. august. Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, og Dánjal á Lakjuni, ÍF, eru úttiknir fyri fyrstu ferð.
Bogi Løkin, Johan Troest, Einar Hansen, Jóan Símun Edmundsson og Christian Mouritsen eru ikki tøkir, tí teir skulu við A-landsliðnum.
Teir, sum hava fingið landsliðsboð eru:
B36: Johan Ellingsggard, Róaldur Jakobsen, Odmar Færø og Jóan Pauli Dahl Jakobsen
Víkingur: Finnur Justinussen, Páll Klettskarð og Erling Jacobsen
ÍF: Karl Løkin, Øssur Dalbúð og Dánjal á Lakjuni
EB/Streymur: Dánjal Davidsen og Kristoffur Jakobsen
07 Vestur: Hans Jørgensen
B68: Pól Jóhannus Justinussen
FC Suðuroy: Heini Vatnsdal
HB: Rógvi Holm
Aberdeen FC: Hallur Hansson
OB: Viljormur Davidsen
Afturelding: Wentzel Steinnarr Kamban
Álgård: Rógvi Baldvinsson