Kyndilskvinnur skulu hava nýggjan venjara. Eftir bara trimum vikum er portugisiski Paulo Costa tveittur heim. Sum skilst, so hevur talan verið um ein miseydnaða byrjan og hann livdi ikki upp til krøvini, sum ger at Kyndil nú hevur gjørt skjótt av og slitið samstarvið.
Paulo Costa var frá 2015 til 2018 tekniskur samskipari hjá U20- og U18-monnunum hjá Porto. Frá 2018 til 2020 stóð hann á odda fyri fremsta kvinnuliðnum hjá Füsche Berlin, og frá 2020 til í ár vandi hann fremsta kvinnuliðið hjá Maiastars í Portugal, skrivaði heimasíðan hjá Kyndli, tá Paulo Costa bleiv settur.
Úr Kyndli verður sagt, at Geir Wardum tekur við sum nýggjur venjari. Hann hevur fyrr verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Kyndli.