Sveisiski venjarin Kobi Kuhn var fegin um, at hansara spælarar kláraðu at spæla javnleik, hóast teir spældu við 10 monnum í næstan ein hálvan dystin. Hóast yvirvágini í spælarum kláraði Kroatia ikki at fáa mál, og so endaði dystuin við javnleiki. Tað var miðvallarspælarin Johann Vogel, sum tíðiliga í seinna hálvleiki fekk seinna gula kortið, og noyddist av vøllinum.
? Tað var ein harður dystur, men tað er ov tíðliga at siga, hvat úrslitið fer at merkja fyri okkum, segði Kobi Kuhn eftir dystin.