- Fyrri hálvleikur var ræðuligur, og tað tóktist sum um, at onkrir spælarar hildu seg vera ov góðar til okkara lið. Av tí sama riggaði tað als ikki sum ein samlað eind, sigur Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari, við fsf.fo eftir lemjandi 8-1 tapið fyri Danmark. Hann er eyðsæð sera skuffaður av sínum spælarum.
Føroyska u-17 landsliðið, sum fyrst í mai luttók í EM í Kroatia, luttekur nú í NM í Íslandi. Føroyska liðið tapti allar tríggjar dystirnar í Kroatia og megnaði heldur ikki at skora nakað mál. Kortini má tað metast sum eitt bragd at megna at vinna sær luttøku í EM-endaspælinum yvirhøvur.
Vónirnar vóru tí á eini leið, nú liðið fór til Íslands at spæla í NM, men fyrsti dysturin var sum ein vátur vøttur í andlitið. Danmark vann 8-1, longu í hálvleikinum var støðan 6-0. Tað var Hanus Sørensen, ið skoraði føroyska málið.
- Fleiri av okkara spælarum gjørdust eisini bilsnir av, at mótstøðan var nógv sterkari, enn teir eru vanir við til dagligt. Í seinna hálvleiki gekk munandi betri, og tað gevur okkum kortini trúnna uppá, at úrslitið í næsta dystinum verður betri, sigur Thomas Thinggaard við fsf.fo.
Í brotinum omanfyri síggjast øll málini í dystinum. Brotið er frá Facebook-síðuni hjá Landsholdsfodbold, Herreungdom, hjá DBU.
Fyrr í summar varpaði Sosialurin og in.fo ljós á spælaramenningina í Føroyum. Víst var á, at hóast stór framstig eru tikin seinastu árini, so er langt á mál.
Her er leinkja til seinastu samrøðuna í røðini, við Pætur S. Clementsen, sum er tekniskur stjóri í FSF. Í greinini eru eisini leinkjur til allar hinar partarnar í røðini.
Næsti dystur verður týsdagin, tá landsliðið skal spæla ímóti Finnlandi. Sunnudagin taptu finnar 2-0 fyri Svøríki.