Venjarin ov óroyndur

Eftir beiska tapið fyri Danmark í evstu løtu, verður nú skotið eftir venjaranum hjá norska hondbóltslandsliðnum, tí hann ikki skal hava nóg nógvar royndir

Hondbóltur

Tað er fyrrverandi landsliðsvenjarin og hondbóltsserfrøðingurin, Frode Kyvåg, ið skjýtur við skørpum, eftir at Norra í allarsíðstu løtu tapti fyri Danmark týskvøldið og tí í veruleikanum misti møguleikan fyri hálvfinaluplássinum.
– Vit kunnu ikki billa okkum inn, at vit fara at berjast um heiðursmerki, tá bara átta spælarar verða brúktir. Einki av hinum londunum ger soleiðis, sigur hann í náðileysu atfinningunum at venjaranum, Robert Hedin.
– Um vit bara hyggja at danska landsliðsvenjaranum, Ulrik Wilbek, so er hann taktikkari burturav. Hann hevur eisini alla tíðina gjørt útskiftingar á liðnum, og tað gjørdi hann eisini, nú Danmark vann á Norra.

Brúkti ikki breiddina
Frode Kyvåg vísir eisini á stóran mun á leiðarastílinum, teir báðir venjararnir vístu í norðurlendsku uppgerðini, har hann helt danska venjaran vera tann klárt klókara av teimum.
– Wilbek gevur ongantíð upp, men er ísakaldur og leitar altíð eftir teimum røttu loysnunum, sigur Kyvåg, sum helt svenska landsliðsvenjaran hjá Norra dumpa júst á hesum økinum, tí norsku spælararnir vóru ov troyttir, tá teir komu í avgerandi støðurnar í dystinum ímóti Danmark.
– Endiliga høvdu vit ein hóp við 16 spælarum, so vit kundu gleða okkum um, at vit nú høvdu tveir javntgóðar menn á hvørjum plássi. Men tað nyttar lítið, tá venjarin ikki torir at brúka fólkið, sum hann hevur. Hann hevur snøgt sagt ikki neyðugu royndirnar.

Hedin er ikki samdur
Robert Hedin er sjálvandi ikki samdur, men vísir aftur atfinningunum frá Frode Kyvåg.
– Tað er møsn, tá hann sigur spælararnar vera ov troyttar og moyrar í avgerandi løtunum, tí eg veit, at allir mínir spælarar eru væl fyri og orka tað, sum skal til, sigur Hedin, ið heldur veruleikan vera júst tann øvugta av tí, Kyvåg førir fram.
– Eg viðgangi, at eg einki skifti út í fyrra hálvleiki, men tá vóru vit eisini á odda við fleiri málum. Í seinna hálvleiki, tá vit gjørdu fleiri útskiftingar, gekk tað hinvegin galið, so vit endaðu við at tapa upp á tann mest óhepna mátan, tú kanst hugsa tær.