Venjarin spentur til uppgávuna

Nýggi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, sigur seg vera sera spentan til uppgávurnar, sum liggja fyri framman. Hann vil tó ikki tosa um nakað møguligt meistaraheitið. – Eg ætli at fáa spælararnar at fokusera upp á komandi uppgávurnar og ikki hyggja fram ímóti eini møguligari finalu

HONDBÓLTUR

 

Neistin er ikki eitt av mest sigursvandu feløgunum í føroyskum manshondbólti. Nógv av teimum síðstu árunum hevur felagið tó meldað út undan kappingarbyrjan, at í ár skuldi tað at vera, men meistaraheitini hava hóast hetta ikki verið tey heilt nógvu, sum eru endað hjá bláa mansliðnum í høvuðsstaðnum.

Síðstu tvey ella trý árini hevur felagið tó roynt at sett egið fólk við á besta liðnum, og hetta hevur partvís rigga rættiliga væl. Úrslitini hava kanska ikki altíð verið tey bestu hesi árini, men ungu spælararnir hjá Neistanum hava víst betri og betri taktir. Síðsta kappingarár vístu teir eisini, at teir kunnu gera seg galdandi ímóti einum hvørjum liði í landinum, og so er spurningurin, um hetta er árið, har Neistin skal aftur skal spæla við um meistaraheitið.

Felagið hevur ikki gjørt serliga nógvar broytingar í sjálvum spælarahópinum. Hinvegin er ein broyting hend uttan fyri vøllin, har Neistin hevur fingið ein nýggjan mann at standa á odda fyri liðnum. Her er talan um vestmenningin, Inga Olsen, sum seinastu 20 árini hevur útmerkað seg sum ein av bestu føroysku hondbóltsspælarunum yvirhøvur. Ingi vandi síðsta kappingarár besta kvinnuliðið hjá Neistanum, umframt at hann spældi við VÍF sjálvur, men í ár skal hann í staðin standa á odda fyri besta mansliðnum.

Sosialurin hevur tikið eitt prát við Inga Olsen, har vit hava spurgt hann, hvat hann væntar av komandi kappingarárinum.

 

Góður hópur

Ingi Olsen segði seg fyrst og fremst vera sera spentan um uppgávurnar, sum liggja fyri framman. Hann helt eisini, at spælarahópurin hjá Neistanum sá rættiliga spennandi út upp undir kappingarbyrjan.

- Ja, vit hava nógvar spælarar til venjing, og eg haldi, at hópurin hjá okkum sær ógvuliga spennandi út. Her eru nógvir sera góðir, ungir spælarar, men eg haldi eisini, at vit hava fleiri eldri leikarar í hópinum, sum skapa ein góðan balansa á liðnum, sigur nýggi venjarin.

Tá vir spurdu Inga, hvussu hann metti liðið at vera fyri, helt hann, at tað kundi ikki verið nógv betri.

- Vit hava sjálvandi vant leingi og hart, og eg haldi, at vit eru hampiliga væl fyri. Tað er sjálvandi ikki meiningin, at vit skulu toppa so tíðliga á kappingarárinum, men eg haldi tó, at vit eru so væl fyri, sum til ber so tíðliga á árinum.

 

Fokusera upp á komandi uppgávur

Ingi Olsen leggur eisini stóran dent á, at ein av hansara fyrstu og størstu uppgávum er at útvikla teir ungu spælararnar, sum eru í felagnum. Hann ætlar tó ikki bert at útvikla teirra hondbóltsevni. Hann vil eisini fegin læra teir at fokusera upp á komandi uppgávurnar.

- Liðini í Føroyum tosa ofta um meistaraheitið undan kappingarbyrjan, men hetta ætli eg mær ikki at gera. Eg ætli mær at útvikla spælararnar við at fokusera upp á komandi uppgávur og læra teir at lata vera við at hyggja fram ímóti eini møguligari finalu beinanvegin.

- Sjálvandi vilja vit vinna hvønn dyst, sum vit fara út til, men tað er týdningarmikið at taka ein dyst á gangin og so síggja, hvussu tað gongur. Tað kann jú so nógv henda í hondbólti, sigur Ingi Olsen.

Neistin er annars eitt av teimum liðunum í bestu mansdeildini, sum hevur breiðasta hópin, og hetta gleðist Ingi eisini um. Hann leggur tó afturat, at hetta eisini kann hava sínar vansar

- Tað er altíð ein stórur styrkur hjá einum liði at hava ein breiðan hóp, og tað hava vit. Tað kunnu tó eisini vera ymsir vansar við einum breiðum hópi. Um teir tveir ella fýra spælararnir, sum kanska ikki sleppa við gerast ónøgdir, so er hetta jú ikki so gott. Finna teir seg hinvegin í síni rollu, so er hetta ein sera stór styrki, metir Ingi.

 

Botnstøðið má hækka

Tá vit spurdu Inga, hvørjar hann metti størstu styrirnar hjá unga neistaliðnum at vera, var hann greiður á málinum.

- Spælararnir eru ótrúliga raskir og áhaldnir, og so haldi eg eisini, at teir orka ómetaliga væl. Harafturat spæla teir kvikan og skjótan hondbólt, og hetta er jú nakað, sum mær eisini dámdi væl sum spælari, so hetta er nakað, sum eg ætli mær at halda fast um.

Ingi ivaðist tó heldur ikki, tá vit at enda spurdu hann um, hvørjir størstu veikleikarnir hjá liðnum vóru.

- Størsti veikleikin er uttan iva tann, at botnstøðið hjá liðnum og einstøku spælarunum er ov lágt. Tað sá man m.a. síðsta kappingarár, tá úrslitini vóru rættiliga svingandi. Spælararnir mangla helst eisini rutinu, og etta er jú nakað, sum eisini ávirkar botnstøðið hjá spælarunum. Hesi tingini mugu vit sjálvandi arbeiða við, men eg vænti, at tey nokk skulu koma upp á pláss, segði ein spentur Ingi Olsen at enda.