Fótbóltssambandið hevur nú fingið upp á pláss, nær venjingarlegan hjá landsliðnum verður á hesum sinni.
Landsliðsspælararnir fara á flog úr Vágum hósdagin 19. februar, og teir koma aftur til landið leygardagin 28. februar.
Síðsta uttanlandaferðin hjá landsliðnum var niður til Gijón í Spania, og aftur hesa ferð gongur leiðin niður til Spania. Avrátt er, at landsliðið skal halda til í Cadiz. Gijón er norðuri í útnyrðingshorninum, men hesa ferð fara Allan Simonsen og hansara menn nógv longri suður í landið, um enn teir framvegis vera staddir vestarlaga í landinum.
Vóna at spæla
tríggjar dystir
Allan Simonsen er rættiliga kendur í Spania, har hann spældi í Barcelona frá 1979 og til 1982. Hann hevur samband við teir har niðri, og hóast tað ikki var komið upp á pláss, tá vit vóru í sambandi við FSF-skrivstovuna á miðdegi í gjár, so verður vónað, at tað fer at bera til at spæla tveir ella tríggjar dystir á venjingarleguni.
FSF hevur ikki enn fingið listan frá Allani Simonsen yvir spælarar, sum hann vil hava við til Spania, men talið verður 18-20.
Stóri spurningurin verður ivaleyst, um tað fer at bera til hjá spælarunum, ið eru á grasi uttanlands, at koma við. Nú eru teir fýra í tali ? Julian Johnsson, Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Jan Allan Müller.
Óvist við dystunum
Tey bæði undanfarnu árini hava venjingarlegurnar verið í ávikavist Kypros og Turkalandi, og báðu ferðirnar hevur tað verið UFA, sum hevur rindað allar útreiðslurnar. Gjaldið fyri venjingarleguna er partur av gjaldinum fyri rættindini at sjónvarpa frá landsdystunum í Føroyum.
Landsliðið fer niður til Spania, uttan at Fótbóltssambandið veit nakað um, hvussu skráin fyri landsliðið sær út fyri 1998.
Lutakastið til EM-undankappingina verður í Gent í Belgia komandi sunnudag. Fyri FSF fara Jens Erik Rasmussen, Allan Simonsen og Ísak Mikladal at vera hjástaddir, og aðalskrivarin í FSF sigur, at um tað fer at ganga, sum tað plagar, so fara umboð fyri londini, sum Føroyar koma í bólk við, einar tvær vikur seinni at hittast fyri at leggja dystirnar til rættis.
Enn eru eingir venjingardystir avtalaðir, men tað er einki at ivast í, at tað hevði komið landsliðnum væl við, um teir kundu fingið avtalur um ein ella tveir venjingardystir, áðrenn farið verður í eldin í EM-undankappingini.