Vent í holuni: Frá full­veldi til blokkstuðul

Í seinastu valsendingini hjá Krin­gvarpinum kvøldið fyri valið vórðu allir floks­for­menn­inir spurdir, um blokk­stuð­ul­in úr Danmark skal hækka. Avgerðin var púra klár: Seks ímóti og ein fyri:

Skal blokkurin tiðna?
Jenis av Rana: Nei
Poul Michelsen: Nei
Høgni Hoydal: Nei bestemt ikki
Kári á Rógvi: Nei
Aksel V. Johannesen: Nei
Kaj Leo Johannesen: Ja
Jørgen Niclasen: Nei

Sambært Framsókn hava teir trígg­ir flokk­ar­nir,­ Fólka­flokk­ur­in, Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in og Mið­flokk­ur­in nú skift støðu og eru fyri, at blokk­stuð­ul­in úr Dan­mark skal hækka við 200 milliónum.
Fíggjarlógaruppskotið hjá donsku stjórnini hevur eitt und­irs­kot upp á 96 milliardir krón­ur. Umroknað til føroysk við­ur­skifti hevði tað svarað til eitt undirskot á okkara fíggj­ar­lóg upp á umleið eina mill­i­ard krónur.
Kanska Føroyar skuldi lat­ið Dan­mark blokkstuðul?