Úr trýstrúminum umborð á kavaraskipinum ?Seaway Eagle? greiddu hann og felagar hansara frá, hvussu teir høvdu upplivað ferðirnar niður til kavbátin. Teir seks kavararnir, sum vóru niðri hjá ?Kursk?, vóru tveir norðmenn og fýra bretar.
Jon Are Hvalbye greiddi frá, at hendan uppgávan var ikki so nógv ørvísið enn aðrar uppgávur, hann hevði verið vil til, men ein munur var tó, at hesaferð hendi so nógv rundan um teir. Harafturat gjørdu tær serligu umstøðurnar, at kavararnir noyddust at savna tankarnar um uppgávuna og samstundis royna at gloyma alt annað.
Russisku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at kavararnir sóu líkið av onkrum av manningini, men tað avsannaðu norsku og bretsku kavararnir. Og hóast uppgávan fyri teimum flestu ivaleyst kann tykjast óhugnalig, var Jon Are Hvalbye ikki í iva um svarið, verður hann biðin um at fara niðuraftur:
-Játtar arbeiðsgevarin Stolt Offshore at royna at bjarga líkunum, eri eg til reiðar at kava niður til ?Kursk? aftur. Men eg vænti, at tað verður ein trupul uppgáva, segði Jon Are Hvalbye.
Í trýstrúmi
Teir seks kavararnir sleppa ikki út úr trýstrúminum umborð á ?Seaway Eagle?, fyrr enn teir hava vant seg til tað vanliga trýstið. Tá teir vóru niðri á botni í Barentshavinum, var trýstið ellivu ferðir størri enn omaná, men í morginári sleppa teir útaftur. Teir skulu tó verða umborð á kavaraskipinum eitt samdøgur, eftir at teir eru slopnir úr trýstrúminum. Teir hava nú onga neyð, tí í trýstrúminum hava teir bæði stovu, kamar, bað og toilett. Kaffi fáa teir ígjøgnum eina lúku.
?Seaway Eagle? fór úr Kirkenes seinnapartin í gjár, og mánadagin sleppa teir seks kavararnir í land í Tromsø.