Verkfall
Enn er vón fyri, at tað fer at eydnast at suðuroyingum og Sandoyingum at fáa neyðsynjarvørur.
Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, varð royndin mánakvøldið at flyta ymsar matvørur, og aðrar neyðsynjarvørur í Sandoynna og Suðuroynna, steðgað.
Men Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, halda framvegis, at tað er skeivt, at summi øki eru fyri vanbýti og at tað ikki skal bera til at flyta vørur til Sandoynna og Suðuroynna. Tey vísa til, at allur flutningur slapp at ganga ótarnaður í nakrar dagar, frá tí at løgreglan hevði ruddað vegbyrgingarnar í farnu viku, til blokadurnar vórðu tiknar upp aftur mánanáttina. So á meginlandinum eru allar handilshyllar á tremur.
Ingeborg Vinther sigur tískil, at hóast fyrsta royndin at fáa vørur í Suðuroynna og Sandoynna, miseydnaðist mánakvøldið, fer ein roynd at verða gjørd afturat.
? Vit fara einaferð enn at royna at finna útvegis fyri, at suðuroyingar og sandoyingar kunnu fáa neyðsynjarvørur suður.
Hon sigur, at enn veit hon ikki, hvussu hetta kann skipast.
? Men tað er greitt, at tað skal verða undir skipaðum viðurskiftum, so at allur flutningur ikki sleppur at ganga ótarnaður, sigur Ingeborg Vinther.