Verður frískur aftur til Føroya-dystin

Cristiano Ronaldo verður eftir ætlan klárur at spæla aftur til dystin móti Osasuna 11. septembur, ein mánað undan dystinum móti Føroyum.

Mong høvdu væntað, at Cristiano Ronaldo fór at seta sín dám á EM-finaluna millum Portugal og Frankaríki, men tað gekk ikki meiri enn gott 20 minuttir, so varð portugisiski bóltsnillingurin borin av vøllinum, skaddur.

 

Fyrstu boðini bendu á, at skaðin var av heilt álvarsliga slagnum, og her í Føroyum vóru spurnartekin beinanvegin sett við, um hann nú mundi fara at koma til Føroya við portugisiska landsliðnum til dystin á Tórsvølli 10. oktobur.

 

Í dag skrivar spanska blaðið Marca tó, at skaðin ikki er so álvarsamur, sum ótti fyrst var fyri. Felagið hevur tó gjørt av at geva framherjanum ein mánað at koma fyri seg, eftir at hann kemur aftur úr longdu feriuni eftir EM-kappingina í Fraklandi.

 

Spanska høvuðsstaðarfelagið má tí vera portugisaran fyri uttan í teimum báðum fyrstu landskapingardystunum, umframt at hann heldur ikki verður klárur til landsdystin hjá Portugal móti Sveits 6. septembur. Eftir æltan verður fyrsti dysturin hjá Cristiano Ronaldo eftir skaðan tann 11. septembur, tá Real Madrid fær vitjan av Osasuna.

 

So skuldi vónandi verið tíð hjá honum at koma fyri seg til Føroyatúrin í oktobur.