Fleiri smá lágtrýst eystan fyri Føroyar fara spakuliga í ein eystan ella norðan. Køld luft liggur framvegis yvir Føroyum, men um vikuskiftið vikna lágtrýstini og leygardagin fer eitt hátrýst eitt skifti at liggja yvir Føroyum. Sunnudagin fer tað í ein eystan og veik brúgvaløg nærkast Føroyum av vestri og útsynningi.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, í nátt í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Sólglottar og kavaæl hvørt um annað. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og frostmarkið, í støðum kaldari enn.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, stundum strúkur í vindi, um 13 m/s. Sólglottar og kavaæl hvørt um annað. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og frostmarkið, í støðum kaldari enn.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum fer í ein útnyrðing og minkar. Um náttina vindur av suðri og eystri, veksandi upp í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólin sær, men um kvøldið og náttina skýggjað og kavi ella vátaslettingur. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum frostmarkið og 5 kuldastig, men út á náttina hækkar hitin.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s, seinni av útsynningi. Fyrst nógv avfall, fyri tað mesta regn, seinni klárar í og bara okkurt æl. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, sum spakuliga hækkar í ein útnyrðing og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl, um náttina fyri tað mesta vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og øtlar sum frá líður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og um náttina vátaslettingur ella regn. Hitin millum 3 og 6 stig.