Samanleggingin av P/F United Seafood og P/F Faroe Seafood verður formliga
samtykt á eykaaðalfundi 29. mars, sum er komandi týsdag.
Hesum boðar Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunni Føroya, frá í tíðindaskrivi.
- Vit hava samtykt, at samanlagda felagið, P/F Faroe Seafood, verður sett til sølu í seinasta lagi, 24. oktober 2005.
Í skrivinum vísir nevndarformaðurin á, at Framtaksgrunnurin og P/F United Seafood í eina tíð hava arbeitt við at fyrireika sølu av P/F United Seafood.
- Hetta arbeiði hevur eitt nú fevnt um tillagan av teimum einstøku virkjunum ? við tí endamáli at betra sølumøguleikarnar og um gerð av tilfari, ið skal nýtast sum grundarlag fyri at fara víðari við tilgongdini og søluni.
Dagmar sigur, at síðan í november í fjør, tá ið avgjørt var at leggja P/F United Seafood og P/F Faroe Seafood saman, hevur verið arbeitt miðvíst við at samskipa raksturin av báðum feløgunum til eina vælvirkandi heild.
- Henda samanlegging verður so formliga samtykt á eykaaðalfundi komandi týsdag, og navnið á framhaldandi felagnum verður tá P/F Faroe Seafood.
Hon sigur, at tillagingarnar á einstøku virkjunum og samskipanin av rakstrinum av báðum feløgunum er nú komið so væl áleiðis, at grunnurin hevur samtykt, at samanlagda P/F Faroe Seafood í seinasta lagi, 24. oktober 2005, verður sett til sølu.
- Í tíðarskeiðnum fram til, at samlaða fyritøkan verður lýst til sølu, verður endaliga sølutilfarið gjørt liðugt, sigur nevndarformaðurin.
Dagmar Joensen leggur aftrat, at sølan verður skipað í samráð við Corporate Finance-deildina hjá KPMG og framd eftir einum leisti sum ger, at allir áhugaðir keyparar fáa møguleika at bjóða upp á partabrøvini í felagnum.