Danski vinnulívsmaðurin Stein Bagger, sum situr í varðhaldi í USA, verður sendur til Danmarkar sum skjótast Stein Bagger, sum hvarv í Dubai, kom fyrrakvøldið á eina løgreglustøð í Los Angeles, eftir at hann var eftirlýstur um allan heimin ígjøgnum Interpol.
Í Danmark er Stein Bagger undir illgruna fyri at hava svikað fyri minst 1,2 mia. krónur sum stjóri í fyritøkuni IT Factory.
Danska ákæruvaldið fer at biðja um at fáa hann útflýggjaðan úr USA, og amerikonsku myndugleikarnir søgdu í gjárkvøldið, at Stein Bagger verður sendur til Danmarkar skjótast til ber.