Hvalbingar streingja nú á fyri at fáa flutt linjuføringina fyri Hvalbiartunnilin, sum annars er um reppið at vera klárur at bora.
Róin Schrøter er talsmaður hjá nøkrum hvalbingum, sum taka til orða fyri, at Hvalbiartunnilin eigur at leggjast lægri enn hann er í dag Trongisvágsmegin og longur úti í dalinum Hvalbiarmegin.
Hann vísir á, at hóast tunnilin fyrstu árini fyrst og fremst fer at vera ein æðr hjá sandvíkingum og hvalbingum at sleppa upp á Tvøroyri, so verður hann innan nógv ár høvuðsæðrin hjá meginpartinum av suðringum til høvuðsstaðarøkið, tá Suðuroyartunnilin er veruleiki.
- Okur sum eru lokalir vita og kenna dalin, eru uppvaksnir í økinum og hava livað har í ódni og logn. Um okur skulu taka lágættirnar, sum okur eru mest bangnir fyri, so er tað ikki við mýkindum, at tær hvirlurnar koma gjøgnum dalin. Hetta er nokk tað økið, sum er tað stormharðasta í landinum, sigur hann.
Teir halda, at tunnilin eigur at flytast niður á 50 metrar Trongisvágsmegin, fyri at sleppa undan svarthálkuni í Trongisvági um veturin. Harumframt halda teir, at tað er ov nógv at koyra yvir 2 kilometrar gjøgnum dalin í Hvalba í tí nógva vindinum, sum kann vera har. Róin Schrøter vísir tá eisini á, at fleiri bussar eru blástir av vegnum við Hov seinastu fimm árini.
- Tann parturin av vegnum í Hovi er nógv vindharðari enn Dalurin í Hvalba, sigur Róin Schrøter.
Hann viðgongur, at talan er um eitt nógv dýrari uppskot enn tað, sum nú fyriliggur, men hann heldur ikki, at hetta eigur at vera ein spurningur um pengar.
- Hetta má gerast rætt, og tað má gerast trygt, fyri allar føroyingar, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Róin Schrøter.